Úttøkukapping til oyggjaleikirnar

Úttøkukapping til oyggjaleikirnar
Úttøkukapping til oyggjaleikirnar er um vikuskiftið. Hetta er seinasti møguleiki at røkka kravtíðunum til leikirnar í summar
Úttøkukapping í svimjing til oyggjaleikirnar í Jersey er um vikuskiftið. Fleiri svimjarar svumu í gjár undir settu kravtíðirnar. Myndin er frá FM kappingini í fjør
 
19.04.2015 - 15:22

Havnar Svimjifelag skipar fyri úttøkukapping í dag. Hetta er seinasti møguleiki hjá føroysku svimjarunum at røkka kravtíðirnar til Oyggjaleikirnar á Jersey og evropisku leikirnar í Baku í Aserbaidjan í summar.

Í gjár vóru tað fleiri, sum svumu undir settu kravtíðirnar. Teir svimjararnir vóru:

● Óli Mortensen og Marius Ihlen Garðshorn úr Havnar Svimjifelag í 400 metur frí hjá monnum

● Astrið Foldarskarð og Lív Eidesgaard (Havnar Svimjifelag) og Jonna Bjartalíð Thomsen (Ægir) í 50 metrum firvald

● Alvi Hjelm (Ægir) og Bartal Hestoy (Havnar Svimjifelag) í 200 metrum blandað

● Sára Ryggshamar Nysted úr Susvim í 200 metrum blandað

Sára Ryggshamar Nysted rakk eisini kravtíðini í 800 metrum frí saman við Vár Erlingsdóttir Eidesgaard.

Tvey nýggj met sett

Sára Ryggshamar Eidesgaard setti eisini tvey nýggj føroyskt met. Í 200 metrum blandað er nýggja metið 2:19.78, sum er stívliga hálvt sekund betri enn gamla metið hjá Poulu Ø. Mohr, frá 2012.

Í 800 metrum varð metið tikið bæði væl og virðiliga. Bæði Vár Erlingsdóttir Eidesgaard og Sára Ryggshamar Nysted svumu skjótari enn gamla metið - men Sára hevði betru tíðina við 8:55.42.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652