SEV spurdi um avleiðingar í desember

SEV spurdi um avleiðingar í desember
Longu í desember spurdi SEV Jarðfeingi, hvørjar avleiðingarnar tað fær, um SEV ikki stovnar eitt partafelag, sum vindmyllulundin skal verða rikin í
SEV spurdi longu í desember Jarfeingi, hvørjar avleiðingarnar tað fær, um felagsskapurin ikki stovnar eitt partafelag, sum vindmyllulundin í Húsahaga skal verða rikin í
 
27.04.2015 - 14:25

Tí longu tá hevði SEV fingið ábendingar frá eigarunum um, at teir fara ikki at góðtaka, at vindmyllulundirnar í Húsahaga og Neshaga verða lagdar í partafelag.

Størsti eigarin í SEV, Tórshavnar Kommuna, bjóðar Jarðfeingi av og setir føtur í spenni ímóti at leggja vindmyllulundirnar í Neshaga og Húsahaga í partafeløg fyri seg.

Men bastanta fráboðanin hjá borgarstjóranum í Havn á aðalfundinum hjá SEV fríggjadagin kom ikki sum ketta úr høvdatrogi.

SEV setti spurnartekn við partafelagsloysn

Longu í desember mánaði skrivar SEV bræv til Jarðfeingi og spyr, hvør avleiðingin verður, um SEV avger ikki at stovna partafeløg til Húsahaga og Neshaga. Og hvat hendir, um SEV ikki ger felag saman við Magn.

Hetta ger SEV, tí felagið longu tá hevði fingið ábendingar frá eigarafundi 12. desember, at tað neyvan kann roknast við at SEV fer at stovna partafelag til vindmyllulundirnar og ei heldur at SEV fer at gera partafelag saman við orkufelagnum, Magn.

Síðani hava brævaskifti og fundir verið millum SEV og Jarðfeingi, har SEV setir spurnartekn við, hví virksemið hjá vindmyllulundunum skal leggjast í partafeløg fyri seg.

SEV: Ikki eitt krav sambært elveitingarlógini

SEV vísir millum annað á, at tað er ikki eitt krav í elveitingarlógini, at SEV skal stovna partafelag fyri seg. Kravið er bara, at SEV skal hava serstakan roknskap fyri netvirksemið.

Eisini ivast SEV í, um Skráseting Føroya fer at hava eitt betri eftirlit við virkseminum hjá SEV enn Jarðfeingi longu nú hevur.

Og so vísir SEV á, at tað verður dýrari at leggja virksemið í partafelag heldur enn bara at hava virksemið í einum roknskapi fyri seg.

Jarðfeingi: Eitt krav at partafeløg skuldu stovnast

Men Jarðfeingi heldur upp á, at tað var eitt krav í útbjóðingini av Neshaga og Húsahaga, at partafeløg skuldu stovnast.

Jarðfeingi sigur, at eitt partafelag hevur betri gjøgnumskygni í rakstrinum og gevur møguleika fyri kapping millum sjálvstøðugu feløgini.

Jarðfeingi sigur, at hóast gjøgnumskygni kann náast í rakstrinum í roknskaparligum uppbýti og at tað verða eykakostnaðir fyri SEV at leggja vindmyllulundirnar í partafeløg, so tala umstøðurnar sum heild fyri, at raksturin av lundunum skal leggjast í partafeløg við egnari leiðslu og nevnd.

Seinasta svarið kom bert tríggjar dagar áðrenn aðalfund

SEV spyr so aftur, hvat hendir um aðalfundurin noktar at leggja í partafelag. Og seinasta svarið hjá Jarðfeingi tann 21. apríl,er, at so eru loyvistreytirnar brotnar og so kann loyvið sambært grein 22 í elveitingarlógini verða tikið aftur.

Tað er hesa útsøgnina hjá Jarðfeingi, sum borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, og restin av eigarunum hjá SEV nú hava sett sær fyri at royna.

Útvarpið royndi fyrr í dag at fáa eina viðmerking frá landsstýrismanninum í Vinnumálum, Jóhan Dahl, men tað eydnaðist ikki til tíðindasendingina á døgverða.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010