Undantaksstøða lýst eftir samanbrestir

Undantaksstøða lýst eftir samanbrestir
Í amerikanska statinum Maryland er lýst undantaksstøða eftir harðar samanbrestir í býnum Baltimore. Útigongubann er nú lýst í býnum
Útigongubann er lýst í Maryland, sum eisini er í undantaksstøðu, eftir ógvusligar samanbrestir
Mynd: AP  
 
28.04.2015 - 08:45

Ófriðurin kyknaði eftir at ein 25 ára gamal svartur maður, Freddie Gray, doyði fyri góðari viku síðan av løstum sum hann fekk, tá hann varð handtikin vikuna frammanundan. Freddie Gray varð jarðaður í gjár.

Hendingin við unga manninum hevur elvt til vreiði og samanbrestir millum svørt og politiið í Baltimore. Mótmælisfólk hava rænt og sett eld á eitt apotek og hava tveitt múrsteinar eftir løgregluni.

Greinin heldur fram niðanfyri

Fleiri hundrað løgreglumenn hava verið í gøtunum í kjalarvørrinum á ófriðinum. Fráboðanir eru um, at einir 15 hava fingið skaða í samanbrestunum.

Borgarstjórin í Baltimore, Stephanie Rawlings-Blake, hevur nú lýst útigongubann frá klokkan 22 til klokkan fimm á morgni. Bannið stendur við í eina viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851