Búðstaðir sleppur ikki at taka lán

Búðstaðir sleppur ikki at taka lán
Landsstýrismaðurin í Fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, fer ikki at geva Bústøðnum møguleika fyri at taka lán til at fíggja sítt virksemið
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum gevur ikki Bústøðum loyvið at taka lán
Mynd: savnsmynd  
 
03.05.2015 - 10:12

Tað sigur landsstýrismaðurin í svari uppá fyrispurning til Kristinu Háfoss, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.

Tað økir um skuldina hjá landinum, um Bústaðir fær loyvi at taka lán, sigur Jørgen Niclasen í svarinum, og sigur eisini, at ein av fremstu raðfestingunum og avbjóðingunum hjá samgonguni er at fáa avlop á fíggjarlógina, og harvið minka um skuld landsins. Tí fer landsstýrismaðurin ikki at loyva Bústaðum at økja um skuldina hjá landinum við lántøku.

Landsstýrismaður í Fíggjarmálum sigur eisini, at Bústaðir hava nóg mikið av gjaldføri til at fremja sínar bústaðarverkætlanir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887