Mayweather vann aldarinnar nevaleik

Mayweather vann aldarinnar nevaleik
Amerikanski nevaleikarin Floyd Mayweather vann í nátt nógv umtalaða nevaleikin móti filipinska Manny Pacqiao. skrivar dr.dk
Mayweather vann aldarinnar nevaleik
 
03.05.2015 - 09:56

Áðrenn sjálvan nevaleikin í nátt varð leikurin kallaður aldarinnar nevaleikur, og varð lýstur sum størsti nevaleikurin síðani Mike Tyson og Evander Holyfield brustu saman mitt í nítiárunum.

Dómararnir máttu avgera dystin eftir øll umførini og teir vóru tó ikki í iva. Allir mettu, at Mayweather stóð seg betri, og vann hann nevaleikin 118-110, 116-112 og 116-112.

Sostatt hevur Mayweather nú vunnið WBO, WBC og WBA í nevaleiki, og er ósigraður í síni professionellari lívsleið, ið strekkir yvir 19 ár og 48 mótstøðumenn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887