Nú hækkar heilsutrygdargjaldið

Nú hækkar heilsutrygdargjaldið
Frá fyrsta í næsta mánað skal Heilsutrygd hava tíggju krónur meira um mánaðin frá okkum.
 
04.05.2015 - 10:59

Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum um eykajáttanarlóg, sum júst er komið í løgtingið, hækkar fasta gjaldið til Heilsutrygd tíggju krónur um mánaðin frá 1.juni.

Hetta fer at geva Heilsutrygd hálva-triðju millión krónur meira í ár. 

Harafturat noyðist játtanin í fíggjarlógini til heilsutrygdarveitingar at hækka seks milliónir krónur.

Orsøkin er, at heilivágur og hjálparráð eru vorðin dýrari. Heilivágur gjørdist 14 prosent dýrari í fjør, og hann heldur fram at dýrka í ár, stendur í lógaruppskotinum. 

Útreiðslurnar til hjálparráð hækka eisini. Hjálparráð eru til dømis pennar, sum fólk við diabetis brúka, og astmamaskur, sum verða brúktar saman við astmaheilivági. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652