Andstøðan fekk neyðugu 17 undirskriftirnar

Andstøðan fekk neyðugu 17 undirskriftirnar
Andstøðu-uppskotið um at hækka barnaískoytið til tær fíggjarligu mest sperdu familjurnar slapp kortini gjøgnum nálareygað. Við hjálp frá samgonguni.
 
06.05.2015 - 14:30

Andstøðan hevur seinastu dagarnar barst sum úlvur á skóg fyri at sleppa at leggja uppskotið um barnaískoytið fram, hóast freistin er farin.

Og fyri løtu síðani eydnaðist henni at fáa tær báðar seinastu undirskriftirnar, ið restaðu í.

Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin avgjørdu at geva andstøðuni hvør sína - umframt tær báðar, sum Miðflokkurin longu hevði latið.

Formliga hava Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum skrivað undir.

Langt á mál

Men fátækar barnafamiljur hava onga orsøk til at fegnast enn.

Tí langt er á mál, skal uppskotið verða samtykt.

Meirlutin hevur einans givið loyvi til, at uppskotið endar á tingborði. So skal tað viðgerast og síðani í nevnd. Og kemur uppskotið so langt, so skal tað eisini til bæði aðru og triðju viðgerð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585