Fleiri sjálvmorð millum grønlendsk børn

Fleiri sjálvmorð millum grønlendsk børn
Í Grønlandi veksur talið av børnum og ungum, sum doyggja fyri egnari hond, vísir ein kanning sum danski stovnurin fyri fólkaheilsu hevur gjørt.
 
06.05.2015 - 11:21

Av børnum sum vórðu fødd í 80-unum, doyðu seytjan 10-14 ára gomul fyri egnari hond, vísir kanningin. Um tey 20 ára gomlu verða tald við, so er talið nógv hægri, vísir kanningin.

Christina Viskum Lytken Larsen, sosiologur, hevur gjørt kanningina. Hon sigur størstu orsøkina vera, at grønlendsk børn vaksa upp í heimum har rúsdrekka, rúsevnir og kynsligur ágangur eru gerandiskostur.

Tað botnar í, at fólk í Grønlandi hava havt ilt við at fóta sær eftir broyttu samfelagsgongdina, frá veiðimannasamfelag til eitt framkomið samfelag.

Vaksandi trupulleiki

Kanningar, sum fyrr eru gjørdar, vístu, at ein triðingur av grønlendskum kvinnum millum 18 og 24 ár, var kynsliga misnýtt, og hjá áttinduhvørjari hendir tað, tá hon var undir 13 ár.

Grønlendska hagstovan hevur í fleiri ár víst á, at trupulleikin við sjálvmorðum er vaksandi.
Í 2010 doyði 62 fólk í Grønlandi fyri egnari hond. Tað svarar til 108 fyri hørjar 100.000 íbúgvar. Tað eru 10 ferðir fleiri enn í Danmark, og hægsta talið í heiminum, skrivar Jyllandsposturin.
Í 2013 fór grønlendska sjálvstýrið undir eitt átak fyri at bøta um gongdina. Tá segði landsstýrisforkvinnan, Aleqa Hammond, at grønlendingar høvdu ilt við at fóta sær í broytingunum, sum hendu frá veiðumannasamfelag til ídnaðarsamfelag í kapping við onnur lond.
- Okkara vanligu virðir eru mist, og tað fær sjálvmorðini at økjast, ikki bara í Grønlandi, men eisini í grannalondunum. Tí mugu vit steðga gongdini, segði Aleqa Hammond á eini ráðstevnu um evnið í Tomsø í Noreg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010