So gekk tað ikki longur: Oljuprísurin hækkar aftur

So gekk tað ikki longur: Oljuprísurin hækkar aftur
Døpru spádómarnir í vetur um oljuprísin eru eftir øllum at døma gjørdir til skammar.
 
06.05.2015 - 11:38

Í gjár hækkaði prísurin á olju úr Norðsjónum upp í 68 dollarar fyri tunnuna, og tað er hægsti prísurin higartil í ár. Prísurin lækkaði kortini aftur í gjárkvøldið niður í 67 og ein hálvan dollara fyri tunnuna.

Kortini er prísurin hækkaður næstan 18 prosent síðani á nýggjárinum. Í januar var prísurin lægst, 46 dollarar fyri tunnuna.

Oljan dýrkar vanliga á sumri

Eygleiðarar vísa á, at vanliga er oljuprísurin lægst í mai, tí tá leggja oljufeløgini um frá vetrarolju til summarolju, og tí siga teir útlit vera fyri, at oljuprísurin helst fer at hækka meir.
Vanligt er, at eftirspurningurin fer at økjast, tá nógva summarferðslan byrjar.
Oljugoymslurnar í USA eru á tremur við olju, meðan oljugoymslurnar í øðrum londum eru sum vanligt, ella minni enn tað.

Ófriðurin í Libya og Jemen ávirkar
Príshækkingin í gjár stóðst av ófriðinum í Libya, og at mótmælisfólk hava stongt oljuleiðingar til havnabýin, Zueitina, og tí minkar libyska sølan av olju við 500.000 tunnum um dagin.
Óalmenn tíðindi vilja vera við, at ófriðurin í Jemen hevur breitt seg til Saudiarabia, og tað kann hava við sær, at saudiarabiska oljusølan fer at minka.
Seinni í vikuni, kanska seinni í dag, verður almannakunngjørt, hvussu stórar amerikansku oljugoymslurnar eru, og tá fæst eisini ein ábending um, um amerikansku oljufeløgini, sum selja skiferolju, hava verið noydd at minka um øljusøluna, tí prísurin er lækkaður so nógv.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010