Bjargingarvenjing: Maður dottin oman í Nólsoy

Bjargingarvenjing: Maður dottin oman í Nólsoy
Tað eru bjargingarfeløgini, sum skipa fyri venjingini “THOR RESCUE 2015", og venjingin heldur fram til klokkan 17 í dag
 
09.05.2015 - 11:10

Í morgun ferð stóra venjing “THOR RESCUE 2015” í gongd. MRCC byrjaði venjingina, boð eru komin um at ein maður var dottin úti í Nólsoy og hjálp var send á staðið alt fyri eitt. Allan dagin vera ymiskar venjingar har fólk og bátar vera roynd.

Bjargingarbátarnir, Lív, Ziska, Sverri og tyrlan hjá Atlantic Helicopters eru við. Harumframt eru fjallabjargarnir og samarittarnir við í venjingini.

Venja samstarvið

Nólsoy og Nólsoyarfjørður eru karmar um venjingina, og endamálið er at royna allar eindirnar saman, skrivar Havnar Bjargingarfelag í tíðindaskrivi.

Alt arbeiði hjá bjargingarfeløgunum er sjálvboðið og eru menn og kvinnur tøk allan sólarringin um tað er brúk fyri hjálp.

Luttakandi feløg í dag eru: Havnar Bjargingarfelag, Nólsoyar Bjargingarfelag, Vága Bjargingarfelag og Norðoya Bjargingarfelag, samarittar hjá Reyða Krossi

MRCC Tórshavn og Tórshavnar sløkkilið. Atlantic Helicopters eru eisini við í venjingini.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652