Mæla frá at samtykkja uppskot teir taka undir við

bannari
Mæla frá at samtykkja uppskot teir taka undir við
Samgongan bíðar eftir fiskivinnunýskipanini og vil ikki samtykkja andstøðuuppskot um at taka alt av fiskinum til lands
Politikarar eru samdir um at gagnnýta fiskin og taka alt við til lands. Men samgongan vil heldur bíða eftir landsstýrinum enn samtykkja uppskot hjá andstøðuflokki.
 
09.05.2015 - 13:12

Samgongan tekur undir við uppskoti hjá Tjóðveldi, men mælir kortini frá at samtykkja tað.

Samgongufólk bíða heldur eftir fiskivinnunýskipanini hjá landsstýrinum. Tað sama søgdu tey fyri tveimum árum síðani:     

Samgongan er samd, men andstøðuflokkarnir eru ikki heilt á einum máli um uppskotið hjá Tjóðveldi um at áleggja bátum og skipum at taka alt av fiskinum við til lands.

Vinnunevndin hevur viðgjørt uppskotið á átta fundum, og hevur nú skrivað álit.

Samgongan mælir frá at samtykkja uppskotið, hóast hon tekur undir við tí. Men júst hetta við at taka alt til lands er við í royndunum hjá samgonguni at gera nýggja fiskivinnuskipan, siga samgongumenninir í Vinnunevndini.   

Sama grundgeving í 2013

Tjóðveldi mælir sum vera man tinginum til at samtykkja uppskotið.

Bjørt Samuelsen sigur, at tá uppskot, sum líkist tí, sum nú er í tinginum, varð felt í 2013, var ein grundgeving hjá samgonguni, at hetta fór at verða partur av einari fiskivinnunýskipan. 

Hetta sjónarmið hevur aftur verið at hoyrt nú. Men lítið bendir tó á, at fiskivinnunýskipanin kemur.

Tað er hugstoytt, at so stórur partur av okkara tilfeingi framvegis fer fyri borð. Hetta áttu vit sum fiskivinnutjóð ikki at góðtikið, sigur Bjørt Samuelsen.

Kári P, Højgaaard í Sjálvstýrisflokkinum tekur undir við uppskotinum, men hevur eina broyting, sum sigur, at daggamal útróðrarfiskur skal latast landingarmiðstøðunum, sum taka fiskin væl blóðgaðan í ísvatni.

Fjórða hvørt høvd

Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum sigur, at meðan bíðað verður eftir landsstýrinum, eigur ein royndarskipan at verða sett í verk.

Í eitt ár, næsta fiskiár, eiga øll skip og bátar, uttan tey, sum fiska á Flemish Cap, at avreiða 25 prosent av høvdunum, men ikki ryggir og innvølir í fyrstu atløgu, heldur Javnaðarflokkurin.  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584