Almennar tænastur skulu talgildast

Almennar tænastur skulu talgildast
Í verkætlanarbólkinum eru fólk í almennu fyrisitingini, kommunum og vinnuni og føroyskir og útlendskir serfrøðingar
 
22.05.2015 - 07:53

Fólk og fyritøkur í Føroyum eiga at kunna avgreiða øll síni ørindi hjá tí almenna í telduni.

Tað er eitt endamálið, nú ein bólkur er settur at gera eina ætlan um at talgilda almennar tænastur. 

Hini endamálini eru at fáa upplýsingar og tænastur hjá tí almenna og hjá vinnuni tøkar á netinum og talgilda veitingar og mannagongdir hjá tí almenna, upplýsir Løgmansskrivstovan.

Verkætlanin kallast Talgildu Føroyar. 

Í verkætlanarbólkinum eru fólk í almennu fyrisitingini, kommunum og vinnuni og føroyskir og útlendskir serfrøðingar.

Um ein góðan mánað, tann 25.juni, skulu tey almannakunngera eina yvirskipaða strategi við tilmælum um talgildar tænastur, talgildan samleika, grundskráir og samskifti og KT, kunningartøkni, hjá tí almenna.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584