Torførari at lata skúlar aftur

Torførari at lata skúlar aftur
Helvtin av fólkinum í skúladøminum kann avgera, at skúlin ikki verður lagdur niður
Skúlin í Hvalvík. Mentamálaráðið hevur gjørt nýggja kunngerð um atkvøðugreiðslu, tá skúli verður lagdur niður
 
22.05.2015 - 08:10

Tað er vorðið torførari at lata skúlar aftur.

Nú kann helvtin av fólkinum í einum skúladømi avgera, at skúlin ikki verður lagdur niður. Frá 1977 hevur kravið verið, at minst 80 prosent skuldu atkvøða fyri at bjarga skúlanum.

Nýggj kunngerð

Mentamálaráðið hevur gjørt nýggja kunngerð um atkvøðugreiðslu, tá skúli verður lagdur niður. Gamla kunngerðin var frá 1977.  Sambært henni skuldu minst 80 prosent atkvøða fyri at varðveita skúlan.

Men so stendur eisini, at í slíkum førum kann skúlin ikki leggjast niður í verandi valskeiði. Men hann kundi leggjast niður í nýggja kommunuvalskeiðinum, um býráðið ella bygdarráðið, sum tá sat, avgjørdi at leggja skúlan niður. 

Og um ta avgerðina, avgerðina hjá nýggja kommunustýrinum, sluppu fólk ikki at atkvøða. Hesin ventilurin er ikki í nýggju kunngerðini.

30 prosent kunnu kreva fólkaatkvøðu

Í gomlu kunngerðini skuldi atkvøðast um skúlan, um minst 80 prosent av teimum, sum høvdu valrætt, kravdu atkvøðugreiðslu.

Í nýggju kunngerðini er kravið bara 30 prosent av veljarunum. Krevja minst 30 prosent, at atkvøðast skal um skúlan, verður stkvøtt um framtíð skúlans. 

Nýggja kunngerðin hevur eisini ásetingar um brævatkvøður og valkort.      

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584