David Cameron vil hava broytingar í ES

David Cameron vil hava broytingar í ES
Fær hann ikki ikki ætlaðu broytingarnar framdar, er hann til reiðar at mæla bretum til, at Bretland fer úr ES
Fær David Cameron ikki ikki ætlaðu broytingarnar framdar í ES, er hann til reiðar at mæla bretum til, at Bretland fer úr felagsskapinum
Mynd: BBC  
 
23.05.2015 - 15:19

Meðan stjórnarleiðararnir í ES á toppfundinum í Riga vóru upptiknir av viðurskiftunum í Eysturevropa hevði bretski forsætisráðharrin David Cameron eina aðra dagsskrá við sær til Letlands.

David Cameron vil hava grundleggjandi broytingar í ES, og fær hann ikki tað, er hann til reiðar at mæla bretum til, at Bretland fer úr ES. Í Riga hevði hann fund við nakrar stjórnarleiðarar um krøv síni, og komandi tíðina ætlar hann at hitta aðrar á máli.

Bretski forsætisráðharrin og flokkur hansara er ónøgdur við, at ES borgarar hava frítt at fara um landamørkini, tí tað ger, at nógvir eysturevropearar koma til Bretlands, og tað tyngir um útreiðslurnar til vælferðartænasturnar og sjúkrahúsverkið, halda nógvir bretar, sum eisini vilja hava, at Brússel og skrivstovuveldið har missir vald, og at tjóðartingini í limalondunum í staðin fáa meira at siga.

Konservativi flokkurin vann valið til Undirhúsið fyri góðum tveimum vikum síðani, og tað merkir, at fólkaatkvøða verður í Bretlandi í 2017, um Bretland skal verandi í ES ella skal fara úr evropeiska samveldinum. Í konservativa flokkinum er stór mótstøða ímóti ES, og tað fekk David Cameron at lova fólkaatkvøðu, um konservativi flokkurin kom framat valdinum aftur.

Konservativi flokkurin í Bretlandi er ikki einsamallur um mótstøðuna móti ES. UKIP ella United Kingdom Indipendence Party er argur ES mótsøðuflokkur og kappast við konservativa flokkin um atkvøðurnar høgrumegin í bretskum politikki. Tann kappingin hevur eisini havt ávirkan á avgerðina hjá konservativa flokkinum um at halda fólkaatkvøðuna, so friður fæst um spurningin annaðhvørt Bretland skal vera innanfyri ella uttanfyri ES.

Brot frá The Guardian

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887