Ung í Arbeiði aftur á skránni í Havn

Ung í Arbeiði aftur á skránni í Havn
Nú er summarið í nánd og Ung í Arbeiði er aftur á skránni í Tórshavnar kommunu. Ung millum 14-16 ár fara at fríðka um kommununa.
Tórshavnar kommuna bjóðar aftur ungum fólki í kommunu arbeiðið í summar
Mynd: torshavn.fo  
 
23.05.2015 - 11:12

Tey gera smáar umvælingar, so sum at lúka, sópa gøtur, mála, rudda og annað.

Arbeiðið er skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part. Hatta svarar til 80 tímar. Fyrsta tíðarskeiðið er frá 29. juni til 10. juli, og seinna tíðarskeiðið er frá 13. juli til 24. juli.

Tilboðið er galdandi fyri ung, sum eru millum 14 og 16 ár. Í ár er kravið, at umsøkjarin er blivin 14 ár 29. juni, men ikki 17 ár 24. juli. Arbeiðsdagarnir eru 8 tímar frá kl. 8:00 til 16:00, fimm dagar um vikuna. Lønin er tann sáttmálaavtalaða tímalønin hjá Havnar Arbeiðsmannafelag.

Les meira um átakið hjá Ung í Arbeiði her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691