Amerikanski støddfrøðingurin John Nash er deyður

Amerikanski støddfrøðingurin John Nash er deyður
86 ára gamli Nobelvinnarin og 82 ára gamla kona hansara, Alice, doyðu, tá hýruvognurin, tey vóru í, rendi á ein annan bil í New Jersey í USA.
 
25.05.2015 - 11:33

Hjúnini vórðu slongd úr bilinum, og tað gevur ábendingar um, at tey ikki sótu í trygdarbelti, tá vanlukkan hendi. Tey vóru júst komin aftur til USA eftir eina vitjan í Noregi, har John Nash hevði tikið ímóti Abel-heiðurslønini. 

 

John Nash gjørdist heimskendur, tá hann var evnið í filminum "A beautiful mind" frá 2001. Russel Crow, sum spældi John Nash í filminum, vann eina Oscar-heiðursløn fyri leiklutin. 

 

John Nash, ið vann Nobel-heiðurslønina fyri sína støddfrøðiligu-ástøði um spæl, hevði sjúkuna skitsofreni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585