Brandur Olsen og Jóan Símun Edmundsson skoraðu

Brandur Olsen og Jóan Símun Edmundsson skoraðu
Brandur Olsen og Jóan Símun Edmundsson skoraðu í dag sigursmál fyri síni feløg í Danmark
 
25.05.2015 - 18:02

Tað gongur væl hjá fleiri føroyskum landsliðsleikarum í Danmark, og í dag gekk ikki verri.

Brandur Olsen syrgdi fyri sigri til FC Keypmannahavn, og Jóan Símun Edmundsson syrgdi fyri sigri til Vejle.

Brandur Olsen varð skiftur inn, tá 64 minuttir vóru farnir, og tað gekk bara ein minuttir, so sparkaði hann eitt frísspark í málið.

Málið hjá Brandi endaði eisini við at blíva sigursmálið hjá FC Keypmannhavn, sum vann 1-0 á OB.

Í næstbestu deildini bleiv Jóan Símun Edmundsson avgerandi. 

Føroyski áleyparin skoraði til 2-1 í dystinum móti Lyngby, sum eisini bleiv endaliga úrslitið.

Málið kom tá 86. minuttir vóru farnir, men bara tveir minuttir seinni fekk føroyingurin sítt seinna gula kort, og varð tí vístur av vølli.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819