Nú er NSÍ greiður FM-favorittur

Nú er NSÍ greiður FM-favorittur
NSÍ vann í dag ein knúsandi 8-0 sigur á EB/Streymi, og nú er tað upp til Runavíkingar, um teir verða føroyameistarar
 
25.05.2015 - 17:45

NSÍ setti í dag eina tjúkka striku undir, hví teir eru oddalið, nú 13 umfør eru spæld.

NSÍ vann 8-0 á EB/Streymi, og tá Víkingur og B36 samstundis spældu javnleik, øktu teir um frástøðuna.

NSÍ hevur nú 31 stig fyri trettan umfør, tað er líka nógv, sum B36 hevði í 2011, tá teir endaðu við at vinna við metnógvum stigum.

Venjarin hjá NSÍ, Trygvi Mortensen, sigur við útvarpið, at spælararnir njóta støðuna, og síggja fram til hvørja venjing og hvønn einasta dyst.

Venjarin hjá B36, Eyðu Klakstein sigur við útvarpið, at nú er tað upp til NSÍ, um teir blíva føroyameistarar.

 

Úrslitini í 13.umfari

EB/Streymur - NSÍ 0-8

Víkingur - B36 1-1

TB - AB 1-1

KÍ - FC Suðuroy 2-1

HB - ÍF 1-0

 

Støðan:

1.NSÍ 31 stig
2.B36  26 stig
3.HB 25 stig
4.Víkingur 21 stig
5.KÍ 20 stig
6.TB 16 stig
7.ÍF 14 stig
8.FC Suðuroy 9 stig
9.AB 7 stig
10.EB/Streymur 6 stig

 

Fjúrtanda umfar verður spælt 31.mai

AB - KÍ

FC Suðuroy - EB/Streymur

NSÍ - Víkingur

ÍF - TB 

B36 - HB

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819