Skatturin má vera tann sami sum uttanlands

Skatturin má vera tann sami sum uttanlands
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at neyðugt er at endurskoða allar skipanir, sum geva føroyskum arbeiðstakarum fyrimun at arbeiða uttanlands
Bergur Poulsen er formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag
 
26.05.2015 - 15:22

Skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða í Føroyum, eiga at vera tey somu sum hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands.

Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Felagið sigur, at neyðugt er at endurskoða allar skipanir, sum geva føroyskum arbeiðstakarum fyrimun, um teir velja at arbeiða uttanlands. 

Ein kanning, sum Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt, vísir, at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar, tá tað ræður um løn, men ikki, tá ið ræður um skatt.

- Verður hugt nøkur ár fram í tíðina, verða handaligir og tekniskir førleikar alsamt meiri eftirspurdir, og munandi fleiri fara at starvast á hesum øki. Tí er umráðandi, at føroyska samfelagið stendur seg í kappingini um arbeiðsmegina, og tí má kappingin um arbeiðsmegina við onnur lond javnsetast, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Arbeiðsgevararnir halda eisini, at atgongdin til útlendska arbeiðsmegi eigur at verða skipað betur.

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
Góðan morgun Føroyar
173889
Hósdag 18. apríl
Morgunlestur hósdagur 18. apríl 2024
173395
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691