Skal hava 5.000 atkvøður um dagin frá bláa veingi

Skal hava 5.000 atkvøður um dagin frá bláa veingi
100.000 atkvøður er á muni millum bláa og reyða veingin í donskum politikki
 
28.05.2015 - 14:13

Munurin millum bláa og reyða vongin í donskum politikki er nú somikið stórur, at reyði vongurin hvønn dag til valið skal taka 5.000 veljarar frá bláa vonginum.

Tað vísir ein  útrokning, sum granskarar á universitetinum í Keypmannahavn hava gjørt.

Ein av granskarunum, Martin Vinæs Larsen, sigur við Danmarks Radio, at seinasta meiningakanningin vísir, at 100.000 atkvøður eru ímillum veingirnar og tí má reyði vongurin vinna 5.000 atkvøður um dagin fyri at viknna fólkatingsvalið.

Kanningin vísir, at reyði vongurin hevði fingið 47 prosent av atkvøðunum, um val var nú, og blái vongurin hevði fingið 53 prosent.

Tí eru serfrøðingar í iva um, um Helle Thorning-Schmidt klárar at venda gongdini.

Hon er kortini nógv hægri í metum millum fólk, enn Lars Løkke Rasmussen, og eydnast henni at fáa fyrimun av tí, so kann alt henda, siga eygleiðararnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887