Tjóðarflokkurin fekk ikki nóg nógvar undirskriftir

bannari
Tjóðarflokkurin fekk ikki nóg nógvar undirskriftir
Flokkurin stillar ikki upp til fólkatingsvalið, men valevnini ætla at stilla upp uttanflokka
Mynd: DR  
 
29.05.2015 - 08:17

Í Danmark stillar nýstovnaði Tjóðarflokkurin kortini ikki upp til fólkatingsvalið.

Tað kunngjørdi floksformaðurin, Kashif Ahmad, í sendingini Go' Morgen Danmark í TV 2 í morgun.

"Nationalpartiet" var stovnað á heysti í fjør, og hevur stríðst við at fáa tær neyðugu 20.000 undirskriftirnar, sum skulu til fyri at kunna stilla upp.

Men í dag, fýra dagar fyri evstamark, tørvar flokkinum framvegis 6.000 undirskriftir.

Stilla upp uttanflokka

Nú er ætlanin so í staðin at stilla sjey valevni upp uttanflokka. Til tað krevjast einans 150 undirskriftir frá hvørjum valdømi, har stillað verður upp.

Kashif Ahmad stovnaði Tjóðarflokkin saman við báðum brøðrum sínum.

Í vár fekk flokkurin stóra umrøðu í miðlunum, eftir at tað eydnaðist at sannføra kenda yrkjaran, Yahya Hassan, um at stilla upp fyri flokkin.

Bæði Yahya Hassan og Kashif Ahmad ætla at bjóða seg fram sum uttanflokkavalevni til fólkatingsvalið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819