Víkingasigur ímóti NSÍ gjørdi, at oddurin tódnaði

Víkingasigur ímóti NSÍ gjørdi, at oddurin tódnaði
Andreas Lava Olsen varð hetjan hjá Víkingi, tá hann við trimum málum tryggjaði Víkingi 4-2 sigur ímóti NSÍ við Løkin. B36 og HB spældu 1-1.
 
31.05.2015 - 18:50

Andreas Lava Olsen legði trýst á landsliðsvenjaran, Lars Olsen, undan endaligu landsliðsúttøkuna til komandi heimadystin ímóti Grikkalandi, sum verður mánamorgunin. 

Skjóti áloyparin gjørdi ikki mætari enn at skora hattrikk í torføra útidystinum móti NSÍ, og var størsta orsøkin til, at Víkingur kundi fara inn aftur um Gøtueiði einum 4-2 sigri og øllum trimum stigunum.

1-1 javnleikurin í grannauppgerðini í Havn millum B36 og HB gjørdi, at Víkingur gjørdist stóri vinnarin í 14. umfari. Munurin í oddinum tódnaði, og tað eru nú bert sjey stig frá oddaliðnum, NSÍ til Víking á fjórða plássi.

Úrslitini í 14. umfari
 

NSÍ - Víkingur 2-4 (1-0)

21. 0-1 Heðin Hansen
65. 1-1 Magnus Olsen
66. 1-2 Andreas Lava Olsen
73. Reytt kort: Atli Gregersen
76. 1-3 Andreas Lava Olsen
88. 3-2 Árni Frederiksberg 
89. 4-2 Andreas Lava Olsen


B36 - HB 1-1 (1-0)

43. 1-0 Lukasz Cieslewicz
59. 1-1 Arnbjørn Hansen


ÍF - TB 2-0 (1-0)

5. 1-0 Fritleif í Lambanum
89. 2-0 Adeshina Lawal

FC Suðuroy - EB/Streymur 3-2 (3-0)

10. 1-0 Jón Krosslá Poulsen
30. 2-0 Jón Krosslá Poulsen
39. 3-0 Mamuka
53. 3-1 Marni Djurhuus
75. 3-2 Leif Niclasen

Støðan

1. NSÌ 14 31 stig
2. B36 14 27 stig
3. HB 14 26 stig
4. Víkingur 14 24 stig
5. KÍ 13 20 stig
6. ÍF 14 17 stig
7. TB 14 16 stig
8. FC Suðuroy 14 12 stig
9. AB 13 7 stig
10. EB/Streymur 14 6 stig


Komandi umfar

FC Suðuroy - AB
TB - B36
HB - NSÍ
KÍ - ÍF
Víkingur - EB/Streymur
 

      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010