Fíggjarligt Støðufesti vil burtur úr Eik Banka

bannari
Fíggjarligt Støðufesti vil burtur úr Eik Banka
Fíggjarligt Støðufesti, sum eigur 30 prosent av Eik Banka, vil hava størri vinningsbýti enn meirilutin í nevnd bankans vil lata
 
01.06.2015 - 15:50

Kanska endar ósemjan í gerðarrætti, skrivar Berlingske Business.

Tá Fíggjarligt Støðufesti yvirtók kollsiglda Eik Banka í 2010, setti Fíggjarligt Støðufesti tvær milliardir krónur í bankan.
Seinni vórðu 70 prosent av Eik seld TF Holding fyri tilsamans 572 milliónir kr. 

Vilja hava pening aftur

Síðani hevur gingið væl í bankanum, Eik hevði góðar 100 milliónir krónur í avlopi í fjør, men aðalfundinum í apríl ár varð samtykt, at vinningsbýtið fyri í fjør skal verða 60 milliónir kr. 

Tað er er nógv minni, enn Fíggjarligt Støðufesti hevði væntað, sigur Henrik Bjerre-Nielsen, stjóri í Fíggjarligum Støðufesti, við Berlingske Business. 

- Vit royna at sleppa av við okkara part í bankanum, og vit vilja hava nakað av peninginum, sum vit settu í Eik, aftur. Tí halda vit, at tey hevði verið eitt gott hugskot, at vit fáa størri vinningsbýti, enn bankin ætlar, sigur hann við Berlingske Business. 

Royna at finna loysn

Fær Fíggjarligt Støðufesti millum 250 og 300 milliónir krónur fyri síni 30 prosent, hevur Eik Banki kostað Fíggjarligum Støðufesti í minsta lagi 1,1 milliard kr. 

Gunnar Liða, nevndarformaður í TF-Holding, sum eisini er nevndarlimur í Eik Banka, sigur við Berlingske Business, at nevndin heldur tað vera ráðiligt at gjalda 60 milliónir kr. í vinningsbýti. 

Nevndarformaðurin í Eik, Torben Nielsen, vil ikki siga, um 60 milliónir er rætta upphæddin at rinda í vinningsbýti. Hann sigur, at hann sum nevndarformaður hevur roynt at finna eina loysn, sum aðalfundurin kundi taka undir við. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851