B36 nærkast NSÍ í oddanum

B36 nærkast NSÍ í oddanum
B36 nærkast nú av álvara NSÍ í oddinum av Effodeildini, eftir at oddaliðið og HB spældu javnleik, 1-1. Bert tvey stig eru millum nummar eitt og tvey
 
07.06.2015 - 19:37

NSÍ og HB fingu eitt stig í part, tá oddadysturin í Gundadali endaði við javnleiki, 1-1. Magnus Olsen legði teir gulu og svørtu á odda, men Arnbjørn Hansen javnaði fyri heimaliðið.

Síðstu løtuna trýsti HB fyri at fáa avgerandi málið, men Alex Dos Santos og Levi Hanssen misbrúktu stórar møguleikar. HB-verjuleikarin, Jóhan Troest Davidsen, fekk sítt seinna gula kort, tá ein minuttur var spældur av yvirtíðini, og eftir hetta spældu bæði liðini fyri javnleikinum. 

B36 gjørdi sær dælt av, at tað ikki eydnaðist NSÍ at fáa fult. Føroyameistararnir vunnu 3-1 á TB við Stórá við málum frá Lukasz Cieslewicz, Andriasi Eriksen og Hans Paula Samuelsen. Málið hjá TB fekk Teitur Justinussen. B36 er nú bert tvey stig aftanfyri NSÍ.

Víkingur vann tryggan 3-0 sigur á EB/Streymi og nærkast eisini oddaliðnum, meðan KÍ, sum annars ikki hava verið til at steðga á heimavølli, ikki megnaðu at finna ÍF-málið í 0-0 javnleikinum í Klaksvík.

Í dystinum ímillum FC Suðuroy og AB gjørdist málverjin hjá útiliðnum, Heðin Stenberg, hetjan, tá hann skallaði útjavnandi málið langt inni í yvirtíðini. 

Úrslitini í 15. umfari

TB - B36 1-3 (0-1)

28. 0-1 Lukasz Cieslewicz
49. 1-1 Teitur Justinussen
69. 1-2 Andrias H. Eriksen
83. 1-3 Hans Pauli Samuelsen

KÍ - ÍF 0-0

Víkingur - EB/Streymur 3-0 (2-0)

7. 1-0 Atli Gregersen
8. 2-0 Finnur Justinussen
48. 3-0 Hanus Jacobsen (retur eftir brotsspark)

HB - NSÍ 1-1 (0-0)

54. 0-1 Magnus Olsen
76. 1-1 Arnbjørn Hansen
91. Reytt kort. Jóhan Troest Davidsen

FC Suðuroy - AB 1-1 (0-0)

53. 1-0 Jón Krosslá Poulsen
96. 1-1 Heðin Stenberg

Støðan

            

NSÍ 15 32 stig
B36 15 30 stig
Víkingur 15 27 stig
HB 15 27 stig
15 24 stig
ÍF 15 18 stig
TB 15 16 stig
FC Suðuroy 15 13 stig
AB 15 8 stig
EB/Streymur 15 6 stig


Komandi umfar

20.06            NSÍ - TB
21.06             EB/Streymur - HB
21.06            FC Suðuroy - Víkingur
21.06            B36 - KÍ
21.06            ÍF - AB
 



 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010