Norðuratlantsbólkurin kemur neyvan aftur

bannari
Norðuratlantsbólkurin kemur neyvan aftur
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heldur, at grønlendsku og føroysku málini eru so ymisk, at tað er eingin loysn at samstarva um tey
 
15.06.2015 - 15:36

Norðuratlantsbólkurin verður neyvan stovnaður aftur í fólkatinginum.

Orsøkin er, at teir báðir grønlendsku flokkarnir, sum helst fáa umboð í fólkatingið, Inuit Atagatigiit og Siumut, standa ov langt frá hvørjum øðrum í fleiri málum, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður fyri Javnaðarflokkin, við grønlendska kringvarpið.

- Eg taki ikki undir við at skipa ein nýggjan bólk, sum skal hava felags starvsfólk, vera felags um pengarnar og politisku málini. Tað letur seg ikki gera, sigur Sjúrður Skaale við KNR.

Ov ymisk sjónarmið

Hann heldur, at sjónarmiðini hjá teimum báðum grønlendsku flokkunum eru ov ymisk, at tað fer at bera til at skipa nakað fast samstarv millum tey fýra umboðini úr Føroyum og Grønlandi.

- Grønlendsku sjónarmiðini hjá IA og Siumut eru so ymisk, at eg ikki frammanundan kann binda meg til nakað samstarv. Tí má eitt møguligt samstarv vera í hvørjum einstøkum máli, sigur Sjúrður Skaale við KNR.

Eisini eru málini ymisk, hvat viðvíkir Føroyum og Grønlandi, og tað ikki er nøkur loysn at hava felags samstarv um tey. Tí er tað ofta ein fyrimunur at vera einsamallur og so samstarva við tann, ein vil, sigur fólkatingsmaðurin.

Edmund samdur

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin, sigur tað sama sum Sjúrður Skaale, at hann er fúsur at samstarva við grønlendsku umboðini, men hann vil heldur ikki læsa seg fastan í nøkrum ávísum samstarvi.

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, sigur við KNR, at Tjóðveldi bert hevur gjørt samstarvsavtalu við IA undan valinum. Men flokkurin vil ikki undan valinum, eins og IA, geva eitt boð uppá, hvønn flokkurin fer at styðja sum danskan forsætisráðharra.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851