Fólkatingið skal hava nýggjan formann

bannari
Fólkatingið skal hava nýggjan formann
Mogens Lykketoft kann ikki halda fram, tí hann skal vera formaður í ST næsta árið
Mogens Lykketoft skal vera ST-formaður í eitt ár
 
17.06.2015 - 08:21

Tað einasta, sum er greitt undan fólkatingsvalinum, er, at fólkatingið skal hava nýggjan formann ella forkvinnu.

Mogens Lykketoft, sum verður formaður í ST í september, kann ikki fara í farloyvi sum formaður í fólkatinginum, og tí má nýggjur formaður ella forkvinna veljast. Og tað er neyðugt, hóast Helle Thorning-Schmidt heldur fram sum forsætisráðharri.

Mogens Lykketoft var í New York mánadagin, har hann segði seg taka av sessinum sum formaður í ST í eitt ár. Hann byrjar í september, og hann fær farloyvi sum fólkatingslimur, um hann verður valdur aftur, men hann fær ikki farloyvi sum formaður í fólkatinginum.

Tí sleppur Mogens Lykketoft til USA í september, og tann næsti á listanum tekur so sæti í fólkatinginum tað árið, Mogens Lykketoft skal vera í New York.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819