Løkke fer nú undir stjórnarsamráðingar

bannari
Løkke fer nú undir stjórnarsamráðingar
Ætlanin er at skipa eina borgarliga samgongustjórn, men óvist er, um allir flokkar vilja vera við
 
19.06.2015 - 17:02

Lars Løkke Ramussen, formaður í Vinstra, fer at boðsenda øllum flokkum í fólkatinginum til fundar í morgin, í eini roynd at kanna møguleikarnar fyri at skipa nýggja stjórn.

Allir teir borgarligu flokkarnir hava víst á Lars Løkke Rasmussen sum forsætisráðharra, og drotningin hevur litið honum upp í hendur at kanna møguleikarnar at skipa stjórn.

Lars Løkke Rasmussen sigur, at hann fer at kanna møguleikarnar at skipa eina borgarliga stjórn við Vinstra, Danska fólkaflokkinum, Liberal Alliance og Konservativa fólkaflokkinum. 

Hann leggur dent á, at fyrstu syftu verða borgarligu flokkarnir bodnar til samráðingar, men allir flokkar í fólkatinginum eru bodnir á fund. 

Ógreitt

Enn er ógreitt, hvussu ein borgarlig stjórn fer at síggja út.

Danski fólkaflokkurin er nú størsti flokkur á borgarliga veinginum í fólkatinginum, men flokkurin hevur ikki boðað frá, um hann er sinnaður at fara upp í eina stjórn.

Liberal Alliance er sinnað at fara upp í stjórn, men formaðurin í Konservativa flokkinum, Søren Pape Poulsen, hevur sagt, at hansara flokkur fór ikki upp í nakra stjórn uttan so, at flokkurin fekk framgongd á valinum. 

Tað gjørdi Konservativi flokkurin ikki. Tvørturímóti hevði hann afturgongd á fólkatingsvalinum í gjár. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858