Mette Frederiksen vald til forkvinnu í morgin

bannari
19.06.2015 - 16:45
Mette Frederiksen vald til forkvinnu í morgin
Hon tekur við eftir Helle Thorning-Schmidt, fráfarandi forsætisráðharra, sum eisini leggur frá sær sum forkvinna í javnaðarflokkinum
 
 

Alt bendir á, at Mette Frederiksen verður vald til forkvinnu í danska javnaðarflokkinum í morgin, skriva danskir miðlar.

Fráfarandi forkvinnan í flokkinum, Helle Thorning-Schmidt, fráfarandi forsætisráðharri, segði í dag, at hon er sannførd um, at Mette Frederiksen verður ein góð forkvinna í flokkinum.

Enn hevur Mette Frederiksen ikki alment boðað frá, at hon stillar upp til formansvalið.

Mette Frederiksen hevur leingi verið nevnd sum tann, ið skuldi taka við Helle Thorning-Schmidt - ikki minst, tá tað ljóðaði, at Thorning fór at fáa ein týdningarmiklan sess í ES. Tað varð kortini av ongum. 

Tá valúrslitið varð greitt í gjárkvøldið, boðaði Helle Thorning-Schmidt frá, at hon fór at leggja frá sær sum forsætisráðharri og forkvinna í javnaðarflokkinum.

Politiska yrkisleiðin hjá Thorning er kortini ikki av, tí nú verður fólkatingskvinna. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. august
Morgunlestur fríggjadagin 17. august 2018
82948
Hósdag 16. august
Summartímin hósdagin 16. august
84299
Hósdag 16. august
Trimpil (2-3:5)
83672
Hósdag 16. august
Summartímin mikudagin 15. august
84287
Hósdag 16. august
Morgunlestur hósdagin 16. august 2018
82950
Nýggjastu sendingar í SV