- Føroyar hava vinglutar grundgevingar

- Føroyar hava vinglutar grundgevingar
Tað sigur Audun Mårak, sum er stjóri í Fiskebåt, ið umboðar norsku reiðararnar
 
27.06.2015 - 10:12

Auden Mårak gevur ilt av sær um føroyska samráðingartoymið, nú tað heldur ikki eydnaðist strandarlondunum at finna semju um norðhavssildina.

- Føroyar hava vinglutar grundgevingar og koma við próvgrundum, sum eingin kann hava álit á, sigur Audun Mårak við heimasíðuna hjá Fiskebåt.

Hann heldur, at føroyingar eru bestir til broyta støðu, alt eftir, hvat sømir seg fyri føroyingar sjálvar. Av somu orsøk eru føroyingar ikki til at líta á í samráðingunum.

- Skilvísi og vísindin hevur helst trong kor í Føroyum, sigur stjórin í Fiskebåt.

Tað spurdist einki burturúr samráðingunum um norðhavssildina, sum vóru í Keypmannahavn hósdagin og í gjár. Samráðingarnar vóru um býtið av sildini fyri næsta ár.

Norra hevði formansskapin í sildasamráðingunum og boðaði frá, at nýtt samráðingarumfar verður í september.

Herluf Sigvaldson, samráðingarleiðari, sigur, at tað er langt ímillum partarnar.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, sigur, at enn verður ikki farið at fiska norðhavssild, men kunngerðin er klár, og hon verður lýst um ikki so langa tíð. Í kunngerðini stendur, at føroysk skip í ár fáa loyvi at fiska 40 túsund tons av norðhavssild, sum er tað sama sum í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585