Flogbóltskvinnurnar í hálvfinaluni

Flogbóltskvinnurnar í hálvfinaluni
Flogbóltslandsliðið hjá kvinnum vann í kvøld á Álandi, og tað tryggjar teimum pláss í hálvfinaluni
 
30.06.2015 - 20:47

Føroyar vunnu í kvøld 3-0 á Álandi. Settúrslitini vóru 25-14, 25-8, 25-11.

Sigurin hevur við sær, at Føroyar nú eru í hálvfinaluni í flogbólti.

Føroyar møta antin Saaremaa ella Menorca í hálvfinaluni. 

Tey eru í hinum bólkinum, og hava higartil vunnið allar sínar dystir.

Í morgin møtast tey, og tá verður avgjørt, hvør fer víðari sum nummar eitt í bólkinum.

Føroyar spæla í morgin ímóti Bermuda.

 

Úrslitini hjá Føroyum higartil:

Føroyar - Isle of Man 3-0

Føroyar - Jersey 3-0

Føroyar - Áland 3-0

 

Støðan:

1. Føroyar 9 stig
2. Áland 7 stig
3. Jersey 5 stig
4. Bermuda 4 stig
5. Isle of Man 3 stig

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819