Eingin fongsulsrevsing fyri ikki at fráboða grind

Eingin fongsulsrevsing fyri ikki at fráboða grind
Ferðafólk í Føroyum og útlendingar, sum koma higar at mótmæla grindadrápi, fáa hvørki bót ella tvey ár í geglinum, um tey ikki rópa grindaboð
 
02.07.2015 - 09:11

Í einari yvirlýsing, sum landsstýrið kunngjørdi á enskum í gjár, stendur, at tað er ein misskiljing, at ferðafólk kunnu fáa heilt upp í 25.000 kr. í bót ella enntá tvey ára fongsulsrevsing fyri ikki at boða frá grind.

Sambært grindalógini eiga tey, sum síggja grind, fyrst at boða myndugleikunum frá, so teir kunnu avgera, um grindin skal haldast til ella sleppa. Hetta er gjørt fyri at forða fyri, at fólk fara í grind uttan at myndugleikarnir vita av tí og hava givið loyvi.

Landsstýrið leggur dent á, at lógargreinin ávirkar ikki ferðafólk. Ferðafólk, sum síggja grind, men ikki boða frá ella rópa grindaboð, verða ikki revsað fyri tað.

Lógargreinin er galdandi fyri tey, sum finna grind og reka hana, antin móti landi ella frá landi, uttan loyvi frá myndugleikunum.

Tað vil siga, at síggja fólk hjá eitt nú Sea Shepherd eina grind og ikki boða frá, men reka hana út á hav, kunnu tey verða revsað sambært grindalógini.

Politiið í Føroyum sendi eisini tíðindaskriv í gjár, tí nógv hava spurt, hvussu politiið brúkar grindalógina. Politiið fylgir neyvt grindalógini, sum løgtingið samtykti. Dómsvaldið avger, hvør revsingin er fyri at bróta lógina. Men bara í einstøkum førum, og tá tyngjandi umstøður eru, kann fongsulsrevsing koma upp á tal.

Stutta tíðindaskrivið, sum politiið sendi á føroyskum, donskum og enskum í gjár, er einasta viðmerking, sum fæst haðani um grindalógina.    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672