Flogbóltur: Føroyar í kvinnufinaluni

Flogbóltur: Føroyar í kvinnufinaluni
Føroyska flogbóltslandsliðið hjá kvinnum hevur spælt seg í oyggjaleikafinaluna
 
02.07.2015 - 16:30

Føroyar vunnu fyri løtu síðani 3-0 á Menorca í hálvfinaluni.

Settúrslitini vóru 25-16, 25-12 og 25-12.

Um eina løtu verður hin hálvfinalan. Har møtast Áland og Saaremaa.

Tey flestu væntað, at Saaremaa vinnur greitt, og at tað tí verða tær, sum Føroyar skulu møta.

Føroyska liðið hevur enn ikki tapt eitt sett í kappingini, men tær vænta harða mótstøðu frá Saaremaa í finaluni.

Tær eru høgar og tær sláa hart, men vit skulu nokk taka tær í finaluni, sigur Femja Mortensen.

Eitt sjónvarpsinnslag frá hálvfinaluni millum Føroyar og Menorca kemur á kvf.fo seinni í kvøld.

Um eina løtu skulu menninir spæla hálvfinalu ímóti Álandi. Dysturin byrjar klokkan 17.00, og útvarpið hevur beinleiðis frásøgn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887