Formansskapurin fund um frágreiðing

bannari
Formansskapurin fund um frágreiðing
Formansskapurin í løgtinginum fer seinnapartin á fund um niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft-Hansen um handfaringina av Skálafjarðamálinum
Formansskapurin í løgtinginum fer seinnapartin á fund um niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft-Hansen um handfaringina av Skálafjarðamálinum
 
02.07.2015 - 08:18

Løgtingið fekk frágreiðingina 23. juni. Niðurstøðan hjá kanningarstjóranum er, at bæði løgmaður og landsstýrismaðurin brutu lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

Jógvan á Lakjuni, tingformaður, hevur áður sagt, at tingið verður ikki kallað saman fyrr enn umsitingin hjá løgtinginum er komin við tilmæli til formansskapin um, hvat nú skal gerast.

Jonhard Klettheyggj, løgtingssstjóri, segði við útvarpið í seinastu viku, at umsitingin hjá løgtinginum skal brúka okkurt um 14 dagar til at gera tilmælið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584