Fámjin og Runavík fingið umhvørvisvirðisløn

Fámjin og Runavík fingið umhvørvisvirðisløn
Kommunufelagið hevur avgjørt at løna Runavíkar kommunu og Fámjins kommunu fyri sínar tilmeldingar til Umhvørvisátakið
 
03.07.2015 - 14:33

Runavíkar kommuna hevur ”best fyriskipaða náttúruøkið” fyri fríøkið við Prestá. Grundgevingin er, at talan er um gott tiltak, sum bygdafólkini sjálv hava tikið stig til og eisini sjálvboðin taka aktivan lut í at gera Prestá til frítíðarperlu.

Økið hevur fleiri møguleikar í framtíðini við fornminnum sunnanfyri Prestá og strandøkið niðanfyri, har fuglalívið kann bliva fjøltáttari. 

Fámjins kommuna hevur ”best røktu bygd”. Her er grundgevingin hjá Kommunufelagnum, at bygdin sum heild er sera væl hildin, og tað sæst, at bygdafólkini eru góð við bygdina. 

Nýggi vatnbrunnurin vísir, hvussu væl náttúran kann goyma. Bakkaverjan er prýði fyri bygdina, men av tí at náttúrukreftirnar leggja eftir seg, er arbeiðið ikki liðugt arbeiði, men krevur áhaldandi viðlíkahald. 

Nýggja viðalundin, har fleiri hundrað trø eru plantað, kann verða bindiliðurin millum býlingarnar. Nú er bara at bíða eftir at tey vaksa og veita skjól og frøi, sigur Kommunufelagið.

Umframt heiðurin er vinningurin 10.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585