Fólkaatkvøða í Grikkalandi í morgin

Fólkaatkvøða í Grikkalandi í morgin
Bankarnir lata upp aftur týsdagin, sigur grikski forsætisráðharrin, men mong stúra, nú teir hava verið aftulatnir í eina viku.
 
04.07.2015 - 11:28


Grikkar í tíggjutúsundatali vóru aftur í gjárkvøldið á gøtunum í høvuðsstaðnum Athen undan fólkaatkvøðuni í morgin, har spurningurin er, um grikkar skulu góðtaka tilboðið frá kreditt-veitaralondunum ella ikki.

Mótmælini - sum eisini eru í øðrum griskum býum - ganga báðar vegir. Ein partur av fólkinum er fyri, at Grikkaland góðtekur tilboðið, meðan onnur eru ímóti. Teirra millum er Alexis Tsipras, forsætisráðharri, ið mælir grikkum til at siga nei.

Tað sigur hann seg gera, tí hann væntar, at Grikkaland - aftaná fólkaatkvøðuna - kann fáa eitt betur tilboð enn tað, ið liggur á borðinum. Eitt tilboð, ið ikki hevur við sær fleiri krepputiltøk ella krøv frá lánsgevarunum sum t.d. at Grikkaland skal skerja pensiónirnar til landsins borgarar.

 

Stendur á jøvnum í meiningarkanningum

Seinastu meiningarkanningar undan fólkaatkvøðuni í morgin vísa, at úrslitið kann fara báðar vegir. 44 prosent halda, at Grikkaland skal siga ja til kreditt-avtaluna, meðan 43 prosent siga nei.

Eitt samdøgur undan fólkaatkvøðuni er forboðið í Grikkalandi at almannakunngera meiningarkanningar.

Hvat fer at henda, um grikkar siga nei, veit eingin. Alexis Tsipras, forsætisráðharri, sigur, at bankarnir lata upp aftur týsdagin, men tað fara teir neyvan at gera uttan at Grikkaland fyrst ger eina avtalu við kredittveitaralondini.

Uttan eina slíka avtalu eru griksku bankarnir í veruleikanum á húsagangi. Bankarnir hava verið afturlatnir í eina viku og grikkar hava einans kunna tikið út úr penga-automatum tað, ið svarar til 450 krónur um dagin.

Onkrar dagar hava bankarnir tó verið opnir fyri eldri fólki, sum ikki hava - ella ikki duga at brúka kredittkort.

Í Grikkalandi er fólkatalið 11 milliónir og skuld landsins er tilsamans 323 milliardir evrur ella tvey túsund og 400 milliardir krónur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851