Nærkast semju um iransku kjarnorkuna

Nærkast semju um iransku kjarnorkuna
Avtalan kann hava við sær, at londini kunnu taka upp felags avbjóðingar sum t.d. yvirgang frá islamistum, sigur iranski uttanríkisráðharrin.
savnsmynd
 
04.07.2015 - 10:00

Iran hevur ongantíð verið nærri eini avtalu um kjarnorku-menningarætlan sína, sigur iranski uttanríkisráðharrin Javad Zarif.

Ein avtala við Iran hevði verið ein hjálp at tikið upp aðrar felags avbjóðingar sum t.d. yvirgangsatsóknir, víðgongdar islamistar og kríggj teirra í Miðeystri, sigur iranski uttanríkisráðharrin.

Amerikanski uttanríkisráðharrin John Kerry er samdur um, at framgongd er í samráðingunum - men sigur, at nógv er eftir at fáa upp á pláss. Ætlanin er, at samráðingarnar skulu vera lidnar týsdagin.

Londini, sum samráðast við Iran: USA, Bretland, Frakland, Kina, Russland og Týskland vilja hava Iran at avmarka sítt kjarnorkuvirksemi og vilja hava trygd fyri, at Iran ikki verður ført fyri at framleiða kjarnorkuvápn.

Iran vil - fyri sín part - hava handilstiltøkini móti landinum beind av vegnum, tí tey merkjast í Iran har tey ávirka búskapin almikið. Iran hevur alla tíðina sagt, at kjarnorka landsins einans er til friðarlig endamál.

Russiski samráðingarleiðarin, Sergei Ryabkov, er samdur í at framgongd er í samráðingunum og sigur, at semja er um níggju tíggindapartar av tekstinum í avtaluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887