Pamela biður Putin steðga íslendskari hvalaveiðu

15.07.2015 - 07:42
AktueltÚtheimurin
Pamela biður Putin steðga íslendskari hvalaveiðu
Pamela Anderson, sum er kend úr sjónvarpsrøðini BayWatch, hevur sent russiska forsetanum, Vladimir Putin, persónligt bræv
 

Pamela Anderson heitir á Putin um hjálp at steðga íslendsku hvalaveiðini.

Serliga hevur sjónleikarakvinnan heitt á russiska forsetan um ikki at loyva farmaskipinum, Winther Bay, at sigla gjøgnum russiskt sjóøki á leiðini til Artiska havið, tí skipið hevur 1.800 tons av hvalatvøsti umborð, sum skal flytast til Japan.

Winther Bay er skrásett undir hentleikaflaggi í karibisku oynni St. Kitts & Nevis, men tvøstið kemur frá íslendsku hvalastøðini Hvalur.

Orsakað av altjóða banni at flyta hvalatvøs, er Winther Bay hvørki sloppin at sigla gjøgnum Suez ella Panamaveitina, og tí hevur manningin verið noydd at broyta kós og sigla norður um gjøgnum artiska havið og russiskt sjóøki.

Winther Bay liggur framvegis í Tromsø í Noreg og bíðar eftir at siglandi er fyri ísi framvið Norðpólinum. Lítið er av sjóísi í august og september, og tástani fer skipið úr Tromsø.

Í síðstu viku heitti umhvørvisfelagsskapurin, Avaaz, á forsætisráðharran á St Kitts & Navis, Timothy Harris, um at noyða Winther Bay at flagga út úr Karibisku oyggjunum, so at skipið ikki kann leggja frá landi í Tromsø.

Felagsskapurin hevur savnað inn undirskriftir, og sigur, at higartil hava tey fingið nærum eina miljón undirskriftir. 

Tú kanst síggja brævið frá Pamelu Anderson til Vladimir Putin her.

 
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Mono 16. apríl 2020
109455
Hósdag 28. mai
Mono 23. apríl 2020
109456
Hósdag 28. mai
Breddin
109454
Hósdag 28. mai
Kvørnin: "Modern Era", Teitur
109451
Hósdag 28. mai
Nón 28.mai 2020
109447
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 27. mai
Úr savninum: Slóðarar 7:7
109459
Mikudag 27. mai
Vit venja við - 2
109392
Mánadag 25. mai
3-2
109292