Stjórnin stuðlar grindadrápinum

Stjórnin stuðlar grindadrápinum
- Vit hava skrivað í stjórnargrundarlagið, at vit stuðla grindadrápið, sigur framsøgumaðurin í Føroya-málum hjá Vinstra, Thomas Danielsen.
Thomas Danielsen hevur sjálvur ættarbond til Føroya. Mamman er føroysk.
 
26.07.2015 - 12:09

Sea Shepherd hevur seinastu tíðina lagt stórt trýst á danskar fólkatingslimir fyri at fáa Danmark at steðga grindadrápinum í Føroyum.

Sea Shepherd finnist harðliga at, at danski flotin hevur sent verjuskipini Triton og Knud Rasmussen til Føroyar at hjálpa donsku løgregluni í Føroyum í samband við grindadráp.

Við bretska blaðið Daily Mail sigur Wyanda Lublin skipari á Sea Shepherd-skipinum, "Brigitte Bardot", at hon skilir ikki, at Danmark, sum limur í ES, kann luttaka í einum tílíkum samstarvi fyri at verja grindadráp. 
Av tí at ES er ímóti hvalaveiðu, átti Danmark at verið bundið til at fyribyrgja grindadrápi, sigur Wyanda Lublin við Daily Mail.

Men trýstið frá Sea Shepherd tykist ikki at rigga.

Í fyrradagin skrivaði danski løgmálaráðharrin Søren Pind eina heilsan á Facebook, har hann takkaði verjuskipunum og løgregluni fyri teirra arbeiði í Føroyum seinastu dagarnar.

Framsøgumaðurin í Føroya-málum hjá stjórnarflokkinum Vinstra, Thomas Danielsen, sigur eisini við Kringvarpið, at danska stjórnin vil verja rættin hjá føroyingum at veiða grind.

- Herferðin tykist sera væl fyriskipað. Mann hevur heitt á fólk um at senda teldupostar til okkum fólkatingslimir, soleiðis at tað sær út sum um, at tað er stór órógv, orsakað av grindadrápinum í Føroyum, sigur Thomas Danielsen.

- Men tað hevur týdning fyri okkum at varðveta grindadrápið. Tí hava vit eisini skrivað hetta í stjórnargrundarlagið. Vit halda fast um, at teir siðir og virðir, sum eru í grindadrápinum, vilja vit ikki nerta, sigur Thomas Danielsen, framsøgumaður í Føroya-málum hjá Vinstra. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010