Óhapp í tunli - trý fólk á Landssjúkrahúsið

Óhapp í tunli - trý fólk á Landssjúkrahúsið
Bilur rendi á veggin í Kollafjarðartunlinum tætt við munnan Kaldbaksmegin
 
27.07.2015 - 13:03

Trý fólk vórðu koyrd á Landssjúkrahúsið til kanningar eftir eitt ferðsluóhapp í Kollafjarðartunlinum fyrrapartin.

Fólkini vóru í einum bili, sum á veg suðureftir fyrst rendi á veggin í vinstra borði og síðani á veggin hinumegin.

Tunnilin varð stongdur, meðan fólk frá Ambulansutænastuni, Sløkkiliðinum og politinum arbeiddu á staðnum, har sum óhappið hendi, ikki so langt frá munnanum Kaldbaksmegin. 

Fráboðanin um óhappið kom klokkan 11 minuttir í tíggju, og ein tíma seinni varð aftur koyrandi í Kollafjarðartunlinum. 

Politiið veit ikki enn, hví óhappið hendi. Politiið hevur tosað við fólk, sum sóu óhappið henda. Og politiið skal eisini tosa við fólkini, sum vóru í bilinum.

Bilurin fekk so stóran skaða, at politiið tók pláturnar av honum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimti sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012