Statskassin átti ikki fíggja Ílegusavnið

Statskassin átti ikki fíggja Ílegusavnið
Tað sigur Kristina Háfoss í Tjóðveldi, næstforkvinna í Fíggjarnevndini hjá løgtinginum.
 
31.07.2015 - 09:22

Hon heldur, at tær tíggju milliónirnar, sum Ílegusavnið fær úr statskassanum til verkætlanina FarGen, áttu heldur at komið úr landskassanum.

Fíggjarnevndin hevði fund fyrrapartin ólavsøkudag at viðgera eina ætlan hjá Heilsumálaráðnum um at stovna nýggja kontu í fíggjarlógini, so til ber at flyta tíggju milliónir úr statskassanum í landskassan.

Hesum tók Fíggjarnevndin undir við. Men tað var ikki ein samd Fíggjarnevnd. 

Kristina Háfoss tók ikki undir við at loyva Karsteni Hansen at inntøkuføra tíggju mió. kr. í ár, næsta ár og í 2017.

Kristina Háfoss mælir ístaðin til, at landsstýrið sjálvt setir tær tíggju mió. kr. í fíggjarlógina yvir trý ár til at gera fyrireikingarnar í sambandi við FarGen lidnar. 

Hetta er ein verkætlan undir Heilsumálaráðnum, og landsstýrið og løgtingið eiga at raðfesta FarGen og lata landskassan gjalda fyrireikingarnar.

Tað er eisini sera óhóskandi, at føroyskir fólkatingslimir kappast um at fáa pengar úr donsku fíggjarlógini í føroysku fíggjarlógina. 

Hetta er ein grundleggjandi skeiv kós, sum í veruleikanum er enn ein hækking av veitingini, sum Føroyar fáa úr Danmark, sigur Kristina Háfoss, løgtingskvinna og næstforkvinna í Fíggjarnevndini. 

Hon leggur afturat, at spurningurin er, um vit ikki við hesum flyta ein part av ábyrgd hjá landsstýrinum í fólkatingið, sum so óbeinleiðis avger, hvørjar verkætlanir skulu gerast í Føroyum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819