Valplakatir, men enn ongin valevni

bannari
Valplakatir, men enn ongin valevni
Freistin at stilla upp til løgtingsvalið er 18. august klokkan 18.00.
 
02.08.2015 - 10:51

Fyrsta valplakaturnar hjá flokkunum eru komnar upp at hanga, men enn er ikki greitt, hvør stillar upp fyri teir ymsu flokkarnar.  

Freitin at stilla upp til løgtingsvalið er 18. august klokkan 18.00, tvs. tvær vikur fyri løgtingsvalið, sum verður 1. september.

301 fólk kunnu stilla upp

Teir sjey flokkarnir, sum eru umboðaðir á tingi, kunnu í mesta lagi stilla 301 fólk upp til løgtingvalið. Lógin um løgtingsval tilskilar, at hvør flokkur kann uppstilla 10 valevni fleiri, enn umboð eru á tingi, tvs. 43 valevni í part.  

Á seinasta løgtingsvalið vóru 168 valevni uppstillað. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu flest valevni, 36 í part, tað skrivar in.fo.  

Ongin nýggjur flokkur bjóðaåi seg fram til løgtingsvalið hesaferð. Freistin at boða frá var tann 30. juli klokkan 18. 

Átalurnar í tingið týsdagin

Løgtingið hevur bert ein fund áðrenn valið 1. september. Hann verður týsdagin. Tá fer løgtingið at viðgera ólavsøkurøðuna hjá løgmanni, fiskidagarnar og tær báðar átalurnar, sum skulu gevast løgmanni og Kára P. Højgaard í sambandi við handfaringina av málinum um skálafjarðartunnilin. 

Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, segði í gjár við útvarpið, at uppskotini um átalur eru skrivað.

Uppskotini verða eftir øllum at døma samtykt í tinginum týsdagin uttan orðaskifti. Tí formenninir í politisku flokkunum á tingi samdust á fundi í gjár um at lítið og onki orðaskifti skal vera í løgtinginum hesa tíðina til valið hevur verið 1. september.

Ivasamt misálit

Meira ivasamt er tað, um eitt misálit á løgmanni verður lagt fram týsdagin. 

Kringvarpið tosaði í gjár við allar formennirnar í andstøðuflokkunum, og spurdu teir, um nakar teirra hevur ætlanir um at leggja uppskot um misálit fyri tingið. Ongin teirra sigur seg hava ítøkiligar ætlanir um misálit, men fleiri teirra umhugsa møguleikan. 

Bæði Aksel Johannesen og Høgni Hoydal søgdu tó, at tað sær út til at verða sera trupult at fáa meiriluta til eitt misálit. Tí tað kann verða trupult at fáa nakran í samgonguni við, nú val er útskrivað. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk Blaze Bayley um Circle Of Stone
173542
Hósdag 25. apríl
Jazzofonin - Flaggdagin 25 apr 2024
174208
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012