Havrógvarar nærkast Føroyum

Havrógvarar nærkast Føroyum
Manningin umborð á bátinum, Avalon, nærkast nú Føroyum, og er nú bert slakar 40 kilometrar úr landi
Havrógvararnir umborð á bátinum, Avalon, nærkast nú Føroyum. tá báturin fór úr Orknoyggjum fríggjadagin, varð mett, at túrurin fór at taka fýra dagar
Mynd: Kort: Google Maps  
 
03.08.2015 - 09:35

Havrógvararnir, ið sita við árarnar umborð á bátinum, Avalon, nærkast nú Føroyum. Í løtuni er báturin staddur umleið 40 kilometrar úr landi, sambært sjókortinum.

Lagt varð frá landi úr Thurso norðarliga í Skotlandi 25. juli, men neyðugt var at gera ein steðg í Orknoyggjum, tá teir rendu seg í ring líkindi.

Fríggjadagin 31. juli loysti báturin úr Stromness har vesturi í Orknoyggjum. Tá Avalon fór úr Stromness, varð mett, at túrurin fór at taka fýra dagar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652