Viðmerkjari: Misálit á løgmann verður lagt fram

bannari
Viðmerkjari: Misálit á løgmann verður lagt fram
Framsókn og Tjóðveldi fara á tingfundinum í dag at leggja fram misálit á løgmann, sigur, Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari
Framsókn og Tjóðveldi fara at leggja fram misálit á tingfundinum í dag, skilir tíðindamaðurin hjá útvarpinum í Løgtinginum
 
04.08.2015 - 11:10

Tá tingfundurin verður tikin uppaftur seinni í dag, verður eitt av málunum misálit á løgmann, Kaj Leo Johannesen, fyri leiklutin hjá løgmanni í málinum um Eysturoyartunnilin, skilst í Løgtinginum.

- Flokkarnir gera á hendan hátt vart við sína misnøgd við løgmann, segði Árni Gregersen, politiskur viðmerkjari, í samrøðu við útvarpið í eyka tíðindasending klokkan 11.

SÍ EISINI Til reiðar at reisa misálit á løgmann

Tað verða Framsókn og Tjóðveldi, ið fara at leggja fram misálit á løgmann á tingfundinum í dag, segði politiski viðmerkjarin í samrøðu við útvarpið.

Teir báðir flokkarnir fáa helst eisini undirtøku frá Javnaðarflokkinum, tá misálitið verður lagt fram, væntar Árni Gregersen. Hvørja støðu hinir flokkarnir hava, er ikki greitt í løtuni.

Dagført 12:01: Tingformaðurin, Jógvan á Lakjuni, boðar frá, at málið um misálit á løgmann verður viðgjørt klokkan 12:30, tá tingfundurin verður tikin uppaftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887