Munur á nepsum hóast sama lógargreinin er brotin

bannari
Munur á nepsum hóast sama lógargreinin er brotin
Løgmaður eigur at fáa álvarsliga átalu, men formansskapurin heldur, at tað, sum Kári P. Højgaard gjørdi, bara er átalu vert
Tað er bara átalu vert, at Kári P. Højgaard breyt lógina um ábyrgd landsstýrisins, heldur formansskapurin í løgtinginum.
 
04.08.2015 - 10:45

Munur er á átalunum, sum formansskapurin í løgtinginum heldur, at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og fyrrverandi landsstýrismaðurin, Kári P. Højgaard, eiga at fáa fyri lut teirra í CIP-málinum.

Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, segði í sínari niðurstøðu, at báðir hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrisins, somu grein og sama petti í lógini.

Formansskapurin mælir til í uppskoti til samtyktar, at løgtingið átalar álvarsliga, at Kaj Leo Holm Johannesen hevur borið løgtinginum skeivar upplýsingar, tá svaraði fyrispurningum í løgtinginum í sambandi við málið um Eysturoyartunnilin.

Men um Kára P. Højgaard vil formansskapurin bara hava løgtingið at siga, at tað er átalu vert, at Kári P. Højgaard, táverandi landsstýrismaður, uttan haldgott grundarlag hevur hildið aftur viðkomandi upplýsingum fyri løgtinginum, tá hann svaraði fyrispurningi úr løgtinginum í sambandi við málið um Eysturoyartunnilin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585