Eydnaðist ikki at steðga valstríðnum

bannari
Eydnaðist ikki at steðga valstríðnum
Ætlanin hjá løgtingsformanninum at stegða valstríðnum á tinggáttini miseydnaðist, tá Løgtingið kom saman týsdagin
Løgtingsformaðurin og formenninir í tingbólkunum samdust fríggjadagin um, at einki orðaskifti skuldi vera í Løgtinginum í gjár. Tað gekk tó ikki sum ætlað at steðga valstríðnum á tingsins røðarapalli
Mynd: KvF  
 
05.08.2015 - 08:10

Fríggjadagin samdust løgtingsformaðurin og formenninir í tingbólkunum um, at einki orðaskifti skuldi vera á tingfundinum í gjár, tí valstríð skal ikki førast á tingsins røðarapalli.

Orðaskifti var heldur einki um frásøgn løgmans á ólavsøku, um fiskidagarnar ella um uppskotini um átalurnar, sum løgtingið gav Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og Kára P. Højgaard, fyrrverandi landsstýrismanni.

SÍ EISINI Tingfundur uttan orðaskifti

Men so kom uppskot um misálit á løgmann, og tá byrjaði valstríðið í tingsalinum.

Bæði Høgni Hoydal í Tjóðveldi og Poul Michelsen í Framsókn søgdu í Degi og Viku í gjárkvøldið, at teir á fundinum við løgtingsformannin fríggjadagin staðiliga gjørdu greitt, at avtalan um einki orðaskifti var ikki galdandi fyri uppskot um misálit, um eitt tílíkt uppskot kom á tingfundinum í gjár.

Og uppskotið kom. Høgni Hoydal og Poul Michelsen komu við tí. Orðaskiftið um misálitið vardi í góðan hálvan triðja tíma.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585