Noyðast at gera eina eykajáttan

bannari
Noyðast at gera eina eykajáttan
Landsstýrið og Løgtingið, sum koma eftir valið, noyðast at gera eina eykajáttan, um arbeiðið á Krambatanga og í Svínoynni skulu gerast í ár
Tríggjar milliónir eru ætlaðar til at leingja bryggjuna á Krambatanga og umvæla fendarar har
 
07.08.2015 - 09:47

Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur givið Landsverki boð um sum skjótast at rudda grótið burtur, sum liggur í innsiglingini í Skopunar havn.

Pengar eru ikki í fíggjarlógini fyri 2015 til hetta arbeiði, og hvørki uppskot um eykajáttan ella fíggjarnevndarskjal koma í løgtingið fyri valið. Men 8,7 mió. kr. eru í fíggjarlógini til havnir.

Tríggjar milliónir eru ætlaðar til at leingja bryggjuna á Krambatanga og umvæla fendarar har. Hálv onnur millión er til lendingina í Svínoy.

Pengar markast til Skopunar havn

Ein møguleiki er at gera skráa á Eiðinum, so bilar og maskinur kunnu koyra í land og umborð. Tvær milliónir krónur vóru til atløgubryggjuna í Hvannasundi. Tað arbeiðið er gjørt, og har lupu 700.000 kr. av, sigur Jørgen Niclasen.

So eru 2,2 milliónir til smáar ábøtur á havnir og ferjulegur. Arbeiðið í Skopun skal gerast fyri pengar av teimum 8,7 milliónunum í játtanini til havnir.

Skulu arbeiðini, sum eru nevnd í fíggjarlógini, eisini gerast í ár, krevst ein eykajáttan eftir valið, ein eykajáttan, sum formliga verður markað Skopunar havn, hóast pengarnir fara til tey arbeiði, sum lata pengar til arbeiðið í Skopun.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887