Sí video: Her seta KÍ-kvinnurnar nýtt heimsmet

Sí video: Her seta KÍ-kvinnurnar nýtt heimsmet
Besta kvinnuliðið hjá KÍ vann í gjár sekstanda FM heitið á rað, hóast fýra umfør enn eru eftir at spæla í kappingini. Liðið setti enn eitt met
Her vinna kvinnurnar á 1. deildarliðnum í fótbólti hjá KÍ sekstanda FM heitið á rað. Tær settu í gjár enn eitt nýtt met í fótbóltsheiminum
Mynd: Skíggjamynd/Klaksvíkar Ítróttarfelag á Facebook  
 
24.08.2015 - 09:50

Tær hava gjørt tað fyrr - ikki minni enn fimtan ferðir fyrr. Besta kvinnuliðið í fótbólti hjá Klaksvíkar Ítróttarfelagi, og í gjár gjørdu tær tað so aftur.

Sí upptøkuna niðanfyri

KÍ kvinnurnar tryggjaðu sær í gjár enn eitt FM heiti, og enn eitt nýtt met, tá tær á heimavølli á Djúpumýru í Klaksvík vunnu 6-0 á liðnum hjá ÍF/Víkingi.

Við sigrinum í gjár hevur besta kvinnuliðið hjá KÍ sostatt vunnið føroyameistaraheitið 16 ferðir á rað. Liðið hevur vunnið 15 dystir í ár, og spælt ein javnan.

 

Her er løtan, tá FM nummar 16 á rað kom í hús!

Posted by Klaksvíkar Ítróttarfelag on 23. august 2015

Kvinnurnar hjá KÍ hava 46 stig, nú tær hava spælt 16 dystir. Nummar tvey í kappingini er EB Streymur/Skála við 30 stigum fyri 15 dystir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 19. mars
Morgunlesturin týsdagur 19. mars 2024
171995
Mánadag 18. mars
Norðurljóð 18.mars 2024
172377
Mánadag 18. mars
Vreiði og vreiða
172342
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mars
3-2
172389
Mánadag 18. mars
3-2
172388
Sunnudag 17. mars
Andakt við Johan við Neyst
172320
Sunnudag 17. mars
Møti úr Kelduni
172321
Fríggjadag 15. mars
Veðrið
172276