Ban Ki-moon: Mugu hjálpa flóttafólkum

Ban Ki-moon: Mugu hjálpa flóttafólkum
ST-aðalskrivarin heitir á øll londini, sum eru rakt av flóttafólkakreppuni, um at vísa samkenslu, solidaritet og menniskjaskap yvir flóttafólkunum
 
29.08.2015 - 17:05

Samstundis minnir hann londini á at halda altjóða avtalur og treytir, sum tey hava tikið undir við, fyri at hjálpa flóttafólkum.

- Ein stórur partur av teimum, sum fara undir møðsomu og vandamiklu ferðirnar, eru flóttafólk, sum rýma úr støðum sum Sýria, Irak og Afghanistan. Altjóða lóggáva ásetur - og tað hava londini viðurkent - at flóttafólk hava rætt til verju og friðskjól, sigur Ban-ki Moon í eini áminng.

Hetta kemur í kjalarvørrinum av, at eini 70 flóttafólk og kvaldust og doyðu í einum lastbili, tá menniskjasmuglarar royndu at fáa tey til Evropa. Lastbilurin varð funnin í Eysturríki fyrr í vikuni - og í gjár gjørdist greitt, hvussu mong vóru umborð. Samstundis siga nýggjastu tølini hjá flóttafólkastovuni hjá ST, at higartil í ár eru umleið 300.000 fólk farin yvir um Miðjarahavi í eini roynd at koma til eina tryggari tilveru og eitt betri lív í Evropa. Tað er ein ógvuslig øking samanborið við í fjør, tá 219.000 fólk tóku vandamiklu leiðina tvørtur um havið.

So at siga hvønn eru nýggj tíðindi at frætta, um kollsigldar bátar og skip, sum ikki vinna upp land. So seint sum í gjárkvøldið frættist, at omanfyri 100 fólk doyðu, tá tveir bátar sukku uttan fyri libisku strondina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585