Handtikin fyri yvirgangsætlanir

Handtikin fyri yvirgangsætlanir
Løgreglan í Tailandi hevur funnið evni, ið helst eru ætlað at gera bumbur við í eini íbúð í einum forstaði til Bangkok. Tvey fólk eru handtikin
Tvey fólk í Tailandi eru handtikin, tí tey høvdu ætlanir at fremja yvirgang. Tað heldur løgreglan, ið hevur handtikið ein mann og eina kvinnu
Mynd: AP  
 
31.08.2015 - 09:33

Ein teilendsk kvinna og ein útlendskur maður eru handtikin. eftir at løgreglan fann evni, ið eru ætlað at gera bumbur við, skrivar tíðindastovan AP.

Løgreglan í Tailandi fann krútroyk, talgilt ur, og fjarstýrdar bilar í íbúðini, sum kunnu brúkast til at bresta bumbur. Ein talsmaður fyri teilendsku løgregluna sigur við AP, at hetta er ætlað til bumbur.

Greinin heldur fram niðanfyri

Íbúðin er í Min Burdi býarpartinum í Bangkok, sum ikki er langt frá staðnum, har løgreglan leygardagin handtók ein útlendskan mann, og legði hald á líknandi evnir, ið vóru ætlað til at gera bumbur.

Teilendski hernaðarovastin, Udomdej Sitabutr, sigur við AP, at útlendski maðurin, sum er handtikin vil ikki siga fyri løgregluni, hvør hansara leiklutur í bumbálopinum var.

Persónlig motiv aftanfyri álopið 17. august

Hernaðarovastin sigur eisini, at maðurin er partur av ringi, sum tekst við fólkasmugling. Hann hevur hjálpt ólógligum tilflytarum við følskum passum.

Teilendska løgreglan heldur, at talan var ikki um vanligt yvirgangsálop tann 17. august, men at tað heldur lógu persónlig motiv aftanfyri.

Sambært tíðindastovuni AFP kann álopið knýtast at tí, at Teilendsku mynduleikarnir hava lagt nógv størru orku í at finna og handtaka fólk, sum smugla menniskju inn í Teiland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. apríl
Morgunlestur hósdagur 25. apríl 2024
173997
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012