Veljarakanningar ósamdar um valúrslitið

bannari
Veljarakanningar ósamdar um valúrslitið
Nýggjastu veljarakanningarnar geva eitt rættiliga ymiskt boð upp á, hvussu løgtingið verður mannað næstu fýra árini
Tær báðar nýggjastu veljarakanningarnar eru ósamdar um, hvør flokkur fær flestu tingfólkini á valinum í morgin. Ein kanning peikar á Fólkaflokkin meðan ein onnur peikar á Javnaðarflokkin
 
31.08.2015 - 15:58

Ein nýggj veljarakanning, sum Fynd hevur gjørt fyri Kringvarpið og Miðlahúsið, gevur Fólkaflokkinum flest sessir í Løgtinginum eftir løgtingsvalið.

Fólkaflokkurin fær sjey sessir, meðan Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin fáa seks í part, og Tjóðveldi fimm í kanningini, Fynd hevur gjørt.

Javnaðarflokkurin størstur í kanning hjá Portalinum

Men nú seinnapartin hevur Portalurin almannakunngjørt eina veljarakanning hjá Gallup, sum gevur Javnaðarflokkinum stóran meiriluta.

Javnaðarflokkurin fær eftir hesi kanningini átta tinglimir. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi fáa seks í part.

Býtið til smáu flokkarnar er rættiliga ymiskt í hesum báðum kanningunum. Sambært kanningini hjá Fynd fær Framsókn fýra tinglimir, Miðflokkurin tríggjar og Nýtt Sjálvstýri tveir.

SÍ EISINI Fólkaflokkurin størstur í nýggjari veljarakanning

Í kanningini hjá Portalinum fær Framsókn framvegis fýra tinglimir, men hendan kanningin er ikki so gávumild við Miðflokkin og Nýtt Sjálvstýri. Hon gevur Miðflokkinum tveir tinglimir og Nýggjum Sjálvstýri ein tinglim.

Kanningin hjá Fynd varð gjørd í gjár, meðan tann hjá Gallup var gjørd frá týsdegnum og fram móti vikuskiftinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010